* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, saman við nýggja brandmeistaranum, Heina Østerø.

Heini Østerø settur sum nýggjur brandmeistari í høvuðsstaðnum

Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at seta Heina Østerø í starv sum brandmeistara – ella sløkkiliðsstjóra hjá Tórshavnar sløkkiliði.

 

Heini varð settur í fast starv sum sløkkiliðsmaður hjá Tórshavnar sløkkiliði í 1997, og í 2003 varð hann settur sum átaksleiðari. Seinastu tíðina hevur Heini røkt starvið sum fyribilssettur sløkkiliðsstjóri.

Heini hevur drúgvar leiðsluroyndir hjá Sløkkiliðnum og hevur harumframt tikið útbúgving sum liðleiðari og átaksleiðari innan brunatrygd v.m.

Frammanundan er Heini útbúgvin bilmekanikari og hevur millum annað starvast hjá Strandferðsluni.

 

Kelda: Tórshavnar kommuna