* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hekkan av soknum skipi bjargað eftir jólaskipbrot

Hekkan á farmaskipinum Cabrera, sum sakk við griksku oynna Andros jólaaftan í fjør, varð fyrst í vikuni bjargað við hjálp av einum serkrana úr Holland upp á 2.400 tons. Skipið lá á 35 metrar dýpi, 100 metrar út fyri strondini.

Restin av skipinum verður, har tað er, tí tað ikki er til vanda fyri umhvørvið, upplýsir Center for Maritime Research.

Farmaskipið Cabrera var á veg úr Grikkalandi til Finnlands við 3.400 tonsum av ferronikkuli, tá harður vindur noyddi skipið inn ímóti klettunum, har tað sakk.

Manningin, ið taldi níggju mans, varð øll bjargað.

Her er ein sjónbandaupptøka hjá griksku sjóverjuni frá bjargingarátakinum.



Kelda: Ekathimerini