* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Helsinki størsta ferðamannahavnin í Evropa

Helsinki er í 2017 farin framum Dover í ferðamannatali og er nú størsta ferjuhavnin ikki bert í Evropa, men helst í øllum heiminum, mált í talinum av ferðandi. Í 2017 hevði havnin í Helsinki 12,3 miljónir ferðandi, ein vøkstur upp á 2,4 prosent samanborið við árið fyri.

Tað var í høvuðsheitum ferjusiglingin til Tallinn, sum stóð fyri stóru hækkingini. Alt árið ferðaðust níggju miljónir ferðafólk millum Helsinki og Tallinn, góð trý prosent fleiri enn í 2016. Talið á ferðafólkum á cruiseskipum hækkaði við nærum 17 prosentum til 478.000, sum er met hjá havnini.

Sambært havnini er búskaparligi týdningurin fyri býin stórur. Ferðafólkini við ferjunum brúka meira enn 805 miljónir evrur um árið í høvuðsstaðarøkinum. Tallink, Viking Line og Eckerö Line røkja ferjusiglingina millum Helsinki og Tallinn alt árið. Haraftrtat kemur skjóttsiglandi ferjan hjá Linda Line, sum siglir um summarið.

Góðsumsetningurin í havnini í Helsingfors hækkaði 14 prosent og var upp á 14,3 miljónir tons, 7,3 miljónir tons innflutningur og 6,9 miljónir tons útflutningur. Talið á TEU'um (20 fóts bingjum) var upp á 491.000, ein hækking upp á nærum níggju prosent, og talið á lastbilum og trailarum 587.000, góð 11 prosent meiri enn árið fyri.

Kelda: Port of Helsinki/maritimedanmark.dk