* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Helvtin av flotanum hjá Island Offshore arbeiðsleysur í fyrsta ársfjórðingi

Lága virksemið helt fram í norska frálandsreiðarínum Island Offshore í ársins fyrsta ársfjórðingi, har stórur partur av flotanum hjá reiðarínum var arbeiðsleysur. Gagnnýtslan av flotanum var í ársins fyrstu mánaðunum bert 49 pst., kemur fram í ársfjórðingaroknskapinum.

Hetta ávirkaði umsetningin hjá felagnum, sum fall við 160 mió. norskum kr. til 259 mió. norskar kr. fyrstu mánaðirnar.

Eisini botnlinjan versnaði við einum undirskoti upp á 37 mió. norskar kr. ímóti einum yvirskoti upp á 21 mió. norskar kr. somu tíð í fjør.

Gagnnýtslan av flotanum er tó batnað í apríl og mai, upplýsir reiðaríið, sum boðar frá nýliga tillutaðum sáttmálum.

Trý nýggj skip aftrat koma í flotan í ár sum avleiðing av umskipanini av felagnum.

Dagsleigugjøldini eru lág, men "nøktandi", tá hugsað verður um, at alternativið er, at skipini verða løgd, sigur felagið víðari.

Felagið tók í november í fjør avleiðingarnar av sera vánaliga frálandsmarknaðinum og fór undir samráðingar við áognararnar um at fáa ein skuldaraágóða. Samráðingar eru framvegis við lánsveitararnar, og tær fara at vara longri enn upprunaliga ætlað, verður sagt í ársfjórðingafrágreiðingini.

Reiðaríið vónar at koma á mál 30. juni. Island Offshore eigur og rekur 25 skip. 

Kelda: shippingwatch.dk