* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Her er makrelavtalan

Fiskimálaráðið hevur sent út soljóðandi tíðindaskriv um makrelavtaluna, sum varð undirskrivað í London í gjárkvøldið: 

Føroyar, ES og Noreg hava gjørt semju um makrelin fyri næstu fimm árini, har lutfalsliga býtið millum hesi trý strandarlondini er 14,93 % til Føroyar, 58,40 % til ES og 26,67 % til Noreg. 

Londini taka í sín lut 84,40 % av mest loyvdu veiði (TAC). Meðan Føroyar fáa 12,60 %, fáa ES og Noreg 71,80 % tilsamans. Avgjørt er at leggja til viks 15,60 % til onnur lond og verður her serliga hugsað um Ísland, Grønland og Russland. 

Avgjørt er at áseta mest loyvdu veiði (TAC) til 1.240.000 tons í 2014, ið gevur Føroyum 156.240 tons. Eftir hetta verður ein umsitingarætlan góðkend fyri næstu árini, ið semjan hevur gildi, við støði í ICES tilráðingum. Eisini verða semjur gjørdar um atgongd at veiða makrel hjá hvør øðrum.

Væl nøgdur 

Við útvarpið segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fyrr í dag, at hann er fegin um, at tað umsíðir hevur eydnast at fáa í lag eina avtalu um makrelin og at hann er væl nøgdur við avtaluna.

Í næstu viku verða samráðingar um sínámillum fiskiveiðurættindi við Norra og ES, og tá verða handilstiltøkini hjá ES móti Føroyum eisini tikin upp, sigur landsstýrismaðurin.