* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Her eru norsku makrelkongarnir

78 norsk skip fiskaðu í fjør meira enn túsund tons av makreli. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir tey 30 bestu makrelskipini í Norra.

Skipið sum í fjør, grundað á fráboðaða veiðu, veiddi mest, var Ligrunn, sum eftir níggju túrar á havinum, veiddi 4350 tons. Knester var næstbestur við 4235 tonsum eftir tíggju túrum.

Ligrunn og Knester eru einastu skipini, ið høvdu meira enn 4000 tons tilsamans.

Fimm skip høvdu 3000 tons ella meira.

Restin av teimum 30 skipunum á listanum veiddu meira enn 2000 tons av makreli.

Harumframt koma níggju skip, sum ikki standa á listanum yvir "Makrelkongarnar" í fjør, sum fingu meira enn 2000 tons.

39 skip veiddu millum 1000 og 1999 tons av makreli.

Nr Skip og tons
1 Ligrunn 4350
2 Knester 4235
3 Havskjer 3945
4 Herøyhav 3530
5 Gardar 3400
6 Østerbris 3330
7 Gerda Marie 3210
8 Gunnar Langva 2960
9 Smaragd 2710
10 Rødholmen 2650
11 Svanaug Elise 2580
12 Christina E 2570
13 M.Ytterstad 2565
14 Trønderbas 2560
15 Selvåg Senior 2550
16 Birkeland 2515
17 Senior 2505
18 Rav 2500
19 Talbor 2490
20 Hardhaus 2465
21 Manon 2450
22 Eros 2444
23 Liafjord 2410
24 Fiskeskjer 2390
25 Kvannøy 2370
26 Kings Bay 2325
27 Rogne 2300
28 Norderveg 2290
29 Åkerøy 2290

Tey tíggu skipini, ið veiddu mest í fjør, landaðu tilsamans 72.000 tons fyri 630 miljónir norskar krónur.

Norsk skip landaðu tilsamans 217.000 tons av makreli til matna fyri 2,1 miljard norskar krónur.

34 útlendsk skip landaðu 124.000 tons av makreli til matna í Norra í fjør fyri 1,168 mia. nkr. Millum tey tíggju skipini, ið landaðu mest, vóru níggju bretsk og eitt danskt (Gitte Hænning). Hini 24 útlendsku skipini vóru írsk, svensk, donsk og bretsk.

Drúgva ósemjan við Ísland og Føroyar um makrelkvotur hevur havt við sær, at skip haðani hava landingarbann í Norra. Tey hava nú bygt síni egnu móttøkuvirki og fara neyvan at landa stórvegis nøgdir í Norra í framtíðini. Norra er kortini framvegis nógv størsti móttakari og útflytari av makreli.

Kelda: Kystmagasinet.no