
Her fer Adrian Maersk ígjøgnum víðkaðu Suezveitina
Víðkaða Suezveitin er longu tikin í brúk av fleiri av teimum stóru bingjuskipunum, millum annað er Triple E-skipið Marstal Maersk farið ígjøgnum, og sama hevur MSC Oliver. Eisini tað 353 metrar langa Adrian Maersk, bygt í 2004, hevur verið ígjøgnum. Manningin á Adrian Maersk tók eina video, meðan hon sigldi norður ígjøgnum Suezveitina, og tann 11 tímar langa ferðin er kókað niður til ein tríggjar minuttir film, sum sæst niðanfyri. |