* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Her verður skrivað føroysk tunnils- og ferðslusøgu

Við seinasta skotinum í Eysturoyartunlinum verður skrivað føroysk tunnils- og ferðslusøga.

Tað segði Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, undir hátíðarløtu í gjár, tá ið seinasta skotið í Eysturoyartunlinum varð skotið.   

Heðin Mortensen segði millum annað:

”Góðu tit øll!

Hjartaliga vælkomin til hesa fagnaðarløtu!

Her verður skrivað føroysk tunnils- og ferðslusøga, tí við seinasta skotinum í Eysturoyartunlinum seta vit á seinasta partin av Føroya størstu samferðsluútbygging nakrantíð.

Eysturoyartunnilin verður tjúgundi tunnilin í føroyska samferðslukervinum, og hartil er hann eisini tann longsti.

Tilsamans 11 kilometrar og 250 metrar er hann til longdar, og til samanberingar er tunnilin, har hann er lægstur, líka langt undir havinum, sum Norðskálatunnilin er yvir havinum. Norðskálatunnilin er góðar 192 metrar yvir havinum, men lægsta punktið á Eysturoyartunlinum er 187 metrar undir havinum.

Tað kanska sigur okkum eitt sindur um, at her er talan um tøl, vit ikki hava sæð ella hoyrt um áður, nú Eysturoyartunnilin verður skotin ígjøgnum og skal gerast liðugur.”

Kelda: Samferðslumálaráðið