* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Amerikanski herflotin og fólk á staðnum komu til hjálpar, tá eitt flogfar hjá Air Niugini endaði á sjónum við 35 ferðafólkum og manningini, ið taldi 11.

Herflotin kom til hjálpir, tá eitt flogfar endaði á sjónum

Amerikanski herflotin kom til hjálpar, eftir at eitt flogfar datt niður, tá tað skuldi lenda í Micronesia. Leitað verður eftir einum fólki.

 

Flogfarið gjørdi klárt at lenda á Chucu Island í Micronesia í nógvum regni og vánaligum sýni, tá tað endaði á sjónum bert hálvan fjórðing frá flogbreytini.

 

Ferðafólk og starvsfólk rýmdu í skundi út gjøgnum neyðdyrnar á flogfarinum, sum stutt eftir sakk á 100 føtur dýpi. Lokalir bátar og amerikanski herflotin komu til hjálpar, og eitt kavaralið hevur verið inni í flogfarinum. Har var onki fólk at finna.

 

35 ferðafólk og manningin, sum taldi 12 fólk, vórðu bjargað. Hildið verður, at tað eina fólkið, sum leitað verður eftir, onkursvegna er komið sær í land.

 

Seks ferðafólk vórðu innløgd á sjúkrahús, og støðan hjá teimum er hampulig eftir umstøðunum, verður sagt.

 

Air Niugini, sum átti flogfarið, varð stovnað í 1973.

 

ABC News sigur, at 111 fólk eru deyð í vanlukkum við PNG-skrásettum flogførum seinastu 20 árini, men ongi flogfør hjá Air Niugini hava verið teirra millum.

 

Kelda: Maritime Executive