* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Herskip fara at verja bretsk tangaskip í Hormuz-sundinum

Skip úr bretska flotanum fara komandi tíðina at verndarfylgja farmaskipum, sum eru undir bretskum flaggi, gjøgnum Hormuz-sundið nærindis Iran.

 

Tað hendir, samstundis sum spenningurin í økinum er vaksin, eftir at USA tók lívið av iranska generalinum, Suleimani, fríggjadagin.

 

Tað segði bretski uttanríkisráðharrin, Ben Wallace, leygardagin, sambært Politiken.

 

- Bretska stjórnin fer at taka øll neyðug stig til tess at verja skip okkara og borgarar okkara hesa tíðina, segði Ben Wallace sambært AP-tíðindastovuni.

 

Samstundis herdi uttanríkisráðharrin leygardagin ferðavegleiðingarnar fyri Miðeystur.

 

Týdningarmikil farleið

Hormuz-sundið verður mett sum týdningarmesta farleiðin sum heild, tá olja skal flytast. Og Iran hevur útnevnt júst Hormuz-sundið sum eitt stað, har til ber at raka USA sum hevnd fyri drápið á Qassem Soleimani.

 

Iran liggur á norðurhálvuni av Hormuz-sundinum, sum er einasta farleið fyri skip í Persaflógvanum til umheimin. Ein triðingur av heimsins olju, sum verður flutt við skipið, fer gjøgnum Hormuz-sundið.

 

Kelda: ritzau / Politiken