* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fujairah bunkarstøðin í Sameindu Arabisku Emiratunum.

Herverk gjørt á tangabátar við Fujairah

Eftir fleiri fráboðanir um herverk hevur USA sent ávaring út til skip nærindis eina skundmikla bunkarstøð.

 

Tveir saudiarabiskir tangabátar vórðu sunnudagin fyri herverki uttan fyri Fujairah-havnina í Sameindu Arabisku Emiratunum.

 

Tað upplýsti orkumálaráðharrin í Saudiarabia, Khalid al-Falih, í einum tíðindaskrivi í gjár, mánadagin, í samrøðu við Reuters-tíðindastovuna.

 

Teir báðir tangabátarnir fingu stóran skaða. Onki verður sagt um nakað deyðsfall ella um oljuleka.

 

Fujairah er ein nógv nýtt bunkarstøð. Hon liggur við skundmikla Hormuzsundið, har spenningar fleiri ferðir hava verið millum Iran og USA.

 

Tann eini tangabáturin, sum herverk varð gjørt á, var á veg til Saudiarabia eftir ráolju, ið skuldi til USA. Og USA gevur nú iransku myndugleikunum skyldina fyri álopini á tangabátarnar.

 

Kelda: Søfart