* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hetta skipið skal forða fyri turkiskari kuldakreppu

Eitt gasstangaskip á stødd við Eiffeltornið er á veg úr Suðurkorea til Turkalands við nógmikið av gassi til at nøkta landsins tørv í ein dag.

Í lastini á skipinum er LNG, sum er flótandi natúrgass. Tað skal tryggja, at turkar ikki sita kaldir í vetur, skrivar Bloomberg.

Í desember í fjør vóru Turkaland og grannalond tess rakt av ógvisligum kulda. Í Istanbul vísti mátistokkurin stundum 15 kuldastig. Hetta hevði við sær, at Iran - sum vanliga veitir gass til grannalond síni - ikki megnaði at útvega nóg nógv gass at nøkta stóra eftirspurninginum, sum tók seg upp undir kuldabylgjuni.

Til tess at sleppa undan gasstroti í ár, er heimsins størsta sergjørda tangaskip til flutning av flótandi gassi nú á veg til Turkalands. Felagið Mitsui OSK Lines eigur skipið sum kallast FSRU Challenger.

Til tess at tryggja nóg stórar goymsluumstøður í havnunum Aliaga og Marmara Ereglisi varð norsktflaggaða LNG-tangaskipið Neptunei leigað hagar í desember í fjør.

– Vit rokna við, at Turkaland innflytir meiri enn í fjør, og í vetur øktu tey eftirspurningin, sigur Gyorgy Vargha, dagligur leiðari í sveiska orkufelagnum MET International AG, við Bloomberg. Felagið rekur í høvuðsheitum handil við LNG í Suðurevropa.

– Marknaðurin er vaksandi, sigur hann.

Tað 345 metrar langa tangaskipið kann lasta 263.000 rúmmetrar av LNG. Tað er nógmikið til at nøkta tørvin á gassi í øllum Turklandi í ein dag. 

Kelda: e24.no