* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kavbáturin, sum ein ríkmaður í Texas fíggjar.

Hevur framt heimsins djúpastu kaving

Ein fyrrverandi amerikanskur flotayvirmaður hevur framt djúpastu kavingina í einum kavbáti nakrantíð. Tað hendi í sambandi við upptøkurnar til ein dokumentarfilm, sum tekur hyggjararnar við niður á djúpastu støðini í teimum fimm heimshøvunum.

 

Tað tók fyrrverandi flotayvirmanninum, Victor Vescovo, hálvanfjórða tíma at seta metið. Tað hendi, tá hann hin 28. apríl einsamallur fór niður á 10.928 metrar í Challenger Djúpinum, sum er djúpasta staðið í heiminum. Sostatt sló hann verrandi metið við 16 metrum.

 

Samstundis setti hann eitt nýtt met við at vera í hesum óhugnaliga dýpinum í fýra tímar og átta minuttir. Tað hevur heldur ongin gjørt áður.

 

Kavingin var hin fyrsta av fimm í Challenger Djúpinum og varð gjør í sambandi við Five Deeps Expedition, sum ein ríkmaður í Tesas fíggjar, og sum varð framt við kavbátinum, Limiting Factor.

 

Endamálið við rannsóknunum er at vera heimsins fyrsta rannsókn til djúpastu støðini á teimum fimm heimshøvunum.

 

Maritime Danmark