* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norwegian Bliss er størsta ferðamannaskip, sum nakrantíð er farið gjøgnum Panamaveitina.

Higartil størsta ferðamannaskip í Panamaveitini

“Myndugleikarnir í Panama-veitini eru ernir av at bjóða Norwegian Bliss væl komið, og samstundis staðfesta, at markið fyri støddini á skipum einaferð enn er brotið,” sigur Manuel Benítez, varastjóri í Panamaveitini.

Norwegian Bliss fór av bakkastokki á týsku Meyer skipasmiðjuni í mars mánaði í ár.

Í hesum mánaðinum byrjaði nýggja ferðamannaskipið eina 15 dagar ferð úr Miami - gjøgnum panama-veitina og fram við vesturstrond Mið- og Norðuramerika og endaði í Los Angeles í Kalifornia. Og tað var á hesi ferðini, at norska ferðamannaskipið sum størsta ferðamannaskip nakrantíð, sigldi gjøgnum Panamaveitina.

Norwegian Bliss fer restina av summarinum at sigla í Alaska, áðrenn tað fer niður til Karibia.

Kelda: Worldmaritimenews



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=_5AkPsgvwpI]
Sjónbandabrot, tá Norwegian Bliss fór gjøgnum Panamaveitina.