* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skipasmiðjur har suðuri í Kina eru noyddar at lýsa “force majeure” upp á nakrar bílegginar, tí framleiðslan er so nógv ávirka av nærum brennandi hita, sum í summar hevur verið tann mesti í 60 ár, og sum væntandi verður tann sami heilt inn í september.

 

Tað veit Tradewinds at siga.

 

Skipasmiðjuarbeiðið er vorðið nærum ógjørligt av náðileysa hitanum, og arbeiðsfólkið hevur verið noytt at hildið óvæntaðar steðgir. Framleiðslur eru seinkaðar, tí hitamátarar javnan hava víst 40 hitastig í juli og august.

 

Hitamátarar á handilsgólvinum hava verið upp aftur hægri, 40 stig, og arbeiðsfólkini kæra seg um, at tað merkist meira sum 50 stig.

 

Bakandi sólin hevur broytt skipadekk til gløðandi plátur, við hita heilt upp í á 80 stig.

 

- Tú kanst steikja eitt egg á dekkinum, sigur ein arbeiðsleiðari við miðilin.

 

Skipasmiðjur hava lýst “force majeure”, sum er ein trygdarfráboðan í góðari tíð at verja seg fíggjarliga, men tað verður bara aktuelt, um ymsar leveringar verða seinkaðar, skrivar Tradewinds.

 

Treytirnar fyri skipasmiðjusáttmálar eru ymiskar. Nakrar siga, at tá hitin fer upp um 35 stig í so og so nógvar dagar, kann skipasmiðan lýsa “force majeure”. Aðrir sáttmálar hava markið á 37 stigum.

 

Kelda: Søfart