* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stór riva er funnin í farmaskipinum, Matsonia, sum er systurskip hjá El Faro. El Faro sakk við mann og mús í 2015.

Hol funnið í skrokkinum á systurskipi hjá El Faro

Ekki er komin á manning og reiðarí hjá 33.095 brt. stóra skipinum, Matsonia, ið er sisturskip hjá El Faro, sum sakk við mann og mús í 2015. Manningin taldi 33, og ongin kom afturíaftur. Nú er hol funnið í skrokkinum á systurskipinum hjá El Faro, Matsonia.

Rivan, sum nú er funnin á systusskipinum hjá El Faro, varð funnin í einum kavaeftirliti, sum varð gjørt, eftir at manningin hevði sæð olju á sjónum, ið kundi stava frá Matsoniu.

Kavararnir funnu eina rivu í skipinum eina 15 føtur undir vatnlinjuni, og sum ivaleyst hevur samband við oljutangan í stýriborði.

Sjóverjan í USA upplýsir, at teirra kavarar vóru á staðnum ein tíma eftir fráboðan, og nú er tungoljan, sum var í skipinum, flutt í aðrar tangar.

46 ára gamla farmaskipið siglir á einari farleið millum Kalifornia og Hawaii.

Skipssíðan og oljutangin verða umvæld fyrsta dagin.

Kelda: The Global Seafarer