* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Her liggur Northguider við slagsíðu við Svalbard.

Hollendarar á kaldari uppgávu við Svalbard

Hollendska bjargingarfyritøkan, Smit Salvage, fær brúk fyri øllum sínum snildum, tá felagið skal bjarga norska trolaranum, Northguider, sum liggur við stórari slagsíðu í íshavinum við Svalbard. Nýggjar undirvatnsmyndir vísa, at skipið hevur fingið stóran skaða undir vatnskorpuni.

 

Tað eru ísrørslurnar, sum hava givið trolaranum stóru slagsíðuna, men tað fær ikki hollendska bjargingarfelagið at gevast á hondum.

 

- Tey hava ein heilt serligan og góðan hátt at fáa skipið uppaftur á rættkjøl. Síðani skulu holini í skrokkinum sveisast tøtt, og at enda skal skipið sleipast avaftur flesunum, sigur Rune Bergstrøm, sum starvast hjá norsku Vaktar- og Bjargingartænastuni.

        

Tað var Smit Salvage, sum varð leigað at bjarga Costa Concordia, sum eisini lá á síðuni.

 

Northguider rendi upp á nakrar flesjar við Svalbard í desember í fjør, og manningin varð bjargað upp í eina bjargingartyrlu í ringum veðri.

 

Kelda: Maritime Danmark