* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Í løtuni rekur hollendska skipið, Eemslift Hendrika, fyri vág og vind í Norðsjónum.

Manningin á hollendska farmaskipinum, Eemslift Hendrika, varð í gjár tikin av skipinum, tí vandi var fyri, at tað fór at søkka út fyri norsku strondina.

 

Sambært NRK var Eemslift Hendrika statt tríggjar fjórðingar vestanfyri Ålesund, tá tað mánadagin sendi út neyðarkall, tí skipið var farið at hella 30 stig. Norska sjóbjargingartænastan sendi tríggjar tyrlur og tvey skip til hjálpar.

 

Fyrst vórðu átta av manningini bjargað av skipinum, meðan skiparin og trý onnur vórðu á skipinum í einari roynd at stabilisera tað. Men at enda metti skiparin, at tað var ikki ráðiligt at vera umborð longur, so hann og hini trý av manningini vórðu eisini tikin upp í bjargingartyrlur.

 

- Skipið fekk so stóra slagsíðu, at vandi var fyri, at tað fór at koppa. Um tað fer at henda, er ilt at siga, men skiparin metti, at rættast var at fara av skipinum, sigur Kjetil Hagen, bjargingarleiðari, við NRK.

 

Sjálvstýrarin varð settur til, áðrenn manningin fór av skipinum, men 23 tímar seinni steðgaði maskinan, skrivar NRK.

 

Kelda: Søfart / NRK



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=HjOFmY3PIQw]
Sjónbandamyndir av neyðstadda hollendska skipinum.