* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hardhaus við bryggju í Hirtshals eftir óhappið við flótidokkini.

Holvdur trolari tætt við fullkomið skipbrot

Norski trolarin, Hardhaus, sum í hálvfimta samdøgur lá holvdur í flótidokkini í Hirtshals, var tætt við fullkomið skipbrot. Tað sigur norski eigarin, sum hevur kannað trolaran í Hirtshals. Sambært Bergens Tidende fer skaðin at kosta fleiri tíggjutals milliónir krónur.

 

Fleiri hundrað tons av sjógvi komu inn í maskinrúmið, og høvuðsmaskinan stóð undir í sjógvi.

 

“Skipið var tætt við at farast fullkomiliga,” sigur Geir Møgster við Bergens Tidende. Hann er partaeigari í Hardhaus AS, sum rekur tvey fiskiskip.

 

Syrgilig sjón

Møgster er farin til Hirtshals, har Hardhaus hevur ligið við slagsíðu. Trolarin holvdist herfyri, meðan hann var inni í flótidokkini í Hirtshals, tá sjálv flótidokkin brádliga koppaði. Skipið er síðani hálað úr dokkini og liggur nú við bryggju.

 

Fiskiskiparin stendur á dekkinum og hyggur at skaðunum. Og tað er ein syrgilig sjón. Masturin er kvett av um tvøran. Brúgvin hevur fingið stóran skaða, tá tað rakti veggin á flótidokkini.

 

“Støðan var álvarslig. Tað er ótrúligt, at sovorðið kann henda, meðan báturin stendur í dokk. Vit hildu, at vit kundu slappa av, nú báturin stóð uppi á turrum og undir taki. Soleiðis var tað bara ikki,” sigur Møgster.

 

Arbeiðið at umvæla Hardhaus verður nú boðið út. Ikki fyrr enn tilboðini eru komin inn ber til at siga, hvat umvælingin fer at kosta. Haraftrat kemur inntøkan, sum skipið skuldi fingið í silda- og makrelfiskiskapi í hesum døgum, so missurin kann gerast heilt stórur.

 

Hvør kemur at gjalda gildið í seinasta enda, verður upp til tryggingarfeløgini at gera av. Nú verður dentur lagdur at rudda upp eftir óhappið við flótidokkini og Hardhaus.

 

Keldur: Bergens Tidende/Maritime Danmark