* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ferjan \"Splendid\" verður nú nýtt sum hospitalsskip í Genoa í Italia.

Hospitalsskip kom til Genoa í gjár

Sum tað landið í Evropa, sum er harðast rakt av koronavirusinum, tekur Italia allar hugsandi møguleikar í nýtslu fyri at viðgerða koronaraktar íbúgvar. Frá í gjár var 214 metrar langa ferjan, Splendid, tilreiðar at taka ímóti fyrstu koronasjúklingunum.

 

Ferjan er umbygd seinastu dagarnar til hospitalsskip og fór til Genoa hósdagin, har tað skuldi vera klárt at taka ímóti fyrstu sjúklingunum í gjár.

 

Grande Navi Veloci (GNV), sum er ein partur av MSC-samtakinum, eigur skipið. Feløgini hava arbeitt tætt saman við klassafelagnum, RINA, og heilsumyndugleikunum í Italia um at gera skipið klárt.

 

“Splendid” er seinastu vikuna útgjørt við sjúkrastovum og útgerð til fyrstuhjálp. 25 sjúkrasengur eru settar inn á einmanskømur, sum øll hava uttanveltaða luftreinsan, sjónvarp og alnetsamband.

 

Tað er skjótt at útgerða skipið við 400 sengrum aftrat, um tørvur verður á tí. Tað er eisini møguligt at seta flytbara intensivdeild á dekkið á skipinum.

 

MSC tekur onki gjald fyri skipið, og tað gera RINA og fleiri undirveitarar heldur ikki.

 

Kelda: Maritime Danmark / TradeWinds