* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Dømdi skiparin eigur eisini hendan hummarabátin, sum er á somu stødd, sum \"No Limits\", ið holvdist í 2014. Tveir mans druknaðu.

Hummaraskipari dømdur 4 ára fongsul í USA

Skiparin á einum amerikanskum hummarabáti er dømdur fýra ára fongsulsrevsing fyri manndráp, eftir at hava siglt út í ódnarveðri ávirkaður av rúsevnum. Báturin holvdist í ódnarveðrinum, og tveir av manningini druknaðu. Skiparin var tann einasti, sum kom frá vanlukkuni á lívi.


- Skiparin hevur ábyrgdina av trygdini hjá manningini. Í staðin fyri at liva upp til ábyrgdina, tók hann manningina út á eina óvanliga vandamikla ferð, sum kostaði tveimum ungum monnum lívið, stendur í dóminum.


Ungu menninir, sum druknaðu í vanlukkuni, vóru 15 og 27 ára gamlir. Teir høvdu ikki trygdarbeldi.


Vanlukkan hendi 1. november 2014, tá skiparin, sum tá var 30 ára gamal, bæði hevði drukkið alkohol og tikið onnur rúsevni, sigldi út í ódnarveðrið við báti sínum, No Limits, saman við ungu monnunum.


Teir høvdu hálað rúsur í nakrar tímar, tá ið báturin holvdist í einum stórum aldubroti, skal skiparin hava greitt frá.


Neyðboyan hjá hummarabátinum byrjaði at senda kl. 13.20. Klokkan 16.00 bjargaði sjóverjan skiparanum, og ein tíma seinni funnu teir hummarabátin, sum lá við kjølinum upp. Ungu menninir vórðu ongantíð funnir.


Kelda: Maritime Executive