* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hurtigrutan skal sigla uppá fiskaslógv

Norska reiðaríið, Hurtigrutan, hevur gjørt sáttmála, sum skal tryggja skipunum hjá reiðarínum flótandi biogass, framleitt úr fiskaslógvi. Sáttmáli er gjørdur við norska felagið, Biokraft.

- Hetta er eitt stórt og týdningarmikið stig fyri Hurtigrutuna, fyri Biokraft, fyri grønar loysnir í alheims shippingvinnuni - og týdningarmiklast av øllum – fyri umhvørvið, sigur stjórin í Hurtigrutuni, Daniel Skjeldam.

Felagið fer at skifta vanligu maskinurnar út á í minsta lagi seks av skipunum við blendingsskipanir (hybrid), sum skulu rekast við gassi og ravmagni frá stórum ravllaðspakkum fram móti 2021.

Sostatt fara skipini at vera rikin við grønum ravmagni, LNG og eisini biogassi, sum verður framleitt úr fiskaslógvi.

Kelda: Trade Wins