* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hvalastøðin við Áir. (Mynd: Grækaris D. Magnussen)

Hvalastøðin við Áir latin upp

Fríggjadagin kl. 15.00 var alment hátíðarhald á Hvalastøðini við Áir, tí savnið nú lat upp fyri almenninginum. 

Ætlanin er, at tað verður opið hvønn fríggjadag frá kl 10-16 í summar - inntil 30. august. 

Bygningarnir eru nú umvældir, og komandi árini verða fleiri ábøtur so líðandi gjørdar.

Av tí, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, sum varðar av savnsøkinum, er á Gibraltar til oyggjaleikir, var tað í hansara stað Óluva Klettskarð, ið er forkvinna í Mentanarnevndini í løgtinginum, sum helt røðu við Áir í dag. 

Kelda: Mentamálaráðið