* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hví svíkja tey ungu sjóvinnuútbúgvingarnar?

Danska vinnumálaráðið eigur at seta seg á odda fyri eini neyvari kanning av, um tey ungu í Danmark ynskja sær eina starvsleið í Bláa Danmark og undir hvørjum treytum tey - um so er - vilja vera til reiðar at grunda sína framtíð á eina sjóvinnuútbúgving.

Tað heldur felagið Søfartens Ledere eftir seinastu tølini av tilmeldingum til sjóvinnuútbúgvingarnar, sum formaðurin í fakfelagnum hjá donsku yvirmonnunum, Bjarne Cæsar Jensen, kallar døpur og syndarlig.

"Vinnan er noydd at spyrja tey ungu og veruliga vísa áhuga fyri, hvat í grundini er galið. Hví dregur tað maritima ikki á sama hátt longur?

Vinnan verður noydd til eyðmjúk at lurta, broyta seg og tillaga seg dagsins ungdóm," skrivar Bjarne Cæsar Jensen í eini kronikk:

"Breið undirtøka er fyri, at Danmark framvegis skal vera ein stór sjóvinnutjóð, og ætlanin hjá stjórnini er, at vit í Danmark sum frálíður skulu verða leiðandi í heiminum innan autonoma skipatøkni. Skal hetta eydnast, eru vit noydd at viðlíkahalda operativu maritimu førleikar okkara."

Bjarne Cæsar Jensen leggur dent á, at tað er ábyrgdin hjá politikarunum í samstarvi við tey í vinnuni at finna fram til eina loysn, ið kann tryggja, at tey ungu ikki venda sjóvinnuni bakið, men tvørturímóti velja hesa vinnuna framum aðrar.

"Eru vit ikki til reiðar til tess, hava vit als ikki uppiborið teirra umsóknir."

Kelda: shippingwatch.dk