* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mynd tikin av Polar Aassik, meðan sleipað verður.

Hvidbjørnen bjargar Polar Aassik

Hósdagin 7. mars fekk danska sjóverjuskipið Hvidbjørnen eina størri uppgávu í Grønlandi. Sjóverjuskipið skuldi sigla frá Qaqortoq og runt um Kappan til eina knattstøðu einar 40 fjórðingar eystanfyri innsiglingina til Prins Christianssund.

 

Á knattstøðuni lá grønlendski trolarin, Polar Aassik, við lítlari og ongari framdrift. Støðan var álvarslig, tí stormávaring var í økinum.

 

Hvidbjørnen kom á staðið fríggjamorgunin, og tá var veðrið versnað nógv. Veðrið var somikið vánaligt, at umborð á Hvidbjørnen hildu tey tað vera óráð at royna at fáa sleipitrossa umborð á Polar Aassik. Í staðin legði Hvidbjørnen seg tætt undir liðina á trolaranum, og fylgdi honum, meðan hann í storminum rak suðurum Kappan.

 

Í tíggju metrar høgari aldu, nógvum vindi og ringum sýni gingu tveir dagar á henda hátt.

 

Sunnudagin eydnaðist at fáa ein trossa umborð á trolaran, og síðani hevur Hvidbjørnen sleipað Polar Aassik við 3-4 mílaferð.

 

Kelda: Maritime Danmark