* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hydro missir nógvan pening í Brasilia

Ein dómstólur hevur enn einaferð sligið fast, at framleiðslan hjá Hydro skal minkast niður í helvt, og tað hevur longu kostað felagnum út við eina hálva milliard krónur.

 

Tað var eftir ógvusligt áarføri miðskeiðis í februar í ár, at tað lak frá aluminiums-reinsiverkinum hjá Hydro, Alunorti, út í Pará-ánna. Hinvegin hevur Hydro víst aftur, at talan var um annað slag av lekum, soleiðis sum brasilsku myndugleikarnir annars vilja vera við.

 

Bæði ein innanhýsis kanning hjá Hydro og ein óheft uttanhýsis kanning stuðla Hydro í, at talan ikki var um aðrar lekar enn lekan, sum rann út í Pará-ánna.

 

Kortini hevur ein hægri brasilskur dómstólur júst sligið fast, at framleiðslan hjá Hydro skal skerast niður í helvt. Yvirheldur Hydro ikki avgerðina, noyðist felagið at gjalda dagbøtur.

 

Kostar nógv

Avgerðin at skerja framleiðsluna hjá Hydro hevur longu kostað slaka milliard krónur. Komandi ársfjórðingarnar fer felagið eisini at missa nógva pening. Haraftrat skal Hydro gera eitt nýtt reinsiverk fyri eina 400 milliónir krónur.

 

Kelda: e24.no