* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Í gjár fór Spógvin í sigling á Hestleiðini

Í gjár, týsdagin, byrjaði Spógvin at sigla á Hestleiðini, og í tí sambandi skipaði Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, fyri einum almennum túri út í Hest seinnapartin.

 

Við á túrinum var Samferðslumálaráðið, Strandferðslan, umboð fyri Teistanevndina, og eisini vóru fjølmiðlar við á túrinum.

 

Hestfólk eru sera glað fyri at hava fingið ein fastan bát at sigla á farleiðini, og eisini er Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sera glaður fyri, at ein loysn er funnin.

 

Eftir almenna túrin til Hest í dag, kundi eisini staðfestast, at báturin er vælegnaður til endamálið.

 

Strandferðslan undirskrivaði keypssáttmála av ferðafólkabátinum fyri nøkrum vikum síðani. Spógvin er góðkendur til 18 fólk á vetrarhálvuni og 25 á summarhálvuni.

 

Kelda: Samferðslumálaráðið