* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Í hesum koronatíðum: Gott heilsufrøðiligt arbeiðslag til matgerð

Heilsufrøðiliga starvstovan hevur gjørt vegleiðing í samband við hondreinføri, tá matur verður gjørdur


Matvørudeildin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni minnir á, at tað er umráðandi hjá borgarum og matvøruvinnuni at fylgja vanligum mannagongdum um persónligt reinføri.


Niðanfyri eru nakrar leiðreglur til matvøruframleiðarar. 


Tá hendurnar verða vaskaðar, skulu tær vaskast væl við rennandi, flógvum vatni og flótandi handsápu. Hendurnar skulu turkast í einnýtishandklæði (vanligt er at nýta einnýtishandklæði úr pappíri).


Hendurnar skulu í minsta lagi vaskast:


·       Við arbeiðsbyrjan

·       Eftir ørindi uttanfyri framleiðsluna

·       Eftir vesivitjan

·       Eftir at tú hevur snýst tær, skriðan o.l.

·       Eftir at hava nýtt handskar

·       Tá skift verður ímillum reint og skitið virksemi, t.d. tá tikið hevur verið ímóti pengum, eftir reingerð og eftir at hava tosað í telefon

·       Tá skift verður millum at arbeiða við rávøru og liðugvøru, og millum kjøt og grønmeti


Sóttreinsan
Í matvøruframleiðslu kann sóttreinsan við spritti vanliga ikki setast í staðin fyri hondvask, men kann nýtast sum ískoyti til hondreinføri annars. Spritt virkar illa á vátar hendur ella hendur, ið eru dálkaðar eftir samband við mat. Harafturat virkar spritt ikki móti t.d. norovirus, ið er atvoldin til nógvar sjúkutilburðir, ið stava frá mati.


Sjúka
Tað er umráðandi, at starvsfólk, ið arbeiða við mati, ikki eru til arbeiðis, tá ið tey eru sjúk.

  

Smittar matur?
Tað er higartil ikki staðfest, at matur og drekkivatn eru orsøk til smittu við coronavirus.