
IEA eggjar Norra til at framleiða meiri olju og gass
«Norra eigur at halda fram við politikki sínum at gagnnýta olju- og gasstilfeingið, bæði tí olju- og gassøkið hevur stóran búskaparligan týdning, framleitt verður við lutfalsliga lágum útlátum, og tí hon hevur týdning fyri veitingartrygdina hjá Evropa", stendur í nýggjastu IEA-metingini av norska orkupolitikkinum.
IEA sigur seg stúra fyri, at heimurin kann gerast bundin av olju og gassi úr óstøðugum londum í Miðeystri.
Orkustovnurin vísir á, at tørvur er á 70 miljónir tunnum av olju hvønn einasta dag.
– Hvaðani skal henda oljan koma? Minka íløgurnar í OECD-londunum, fer stórur partur av framtíðar oljuni at koma úr Miðeystri. Hetta fær avleiðingar fyri orkutrygdina. Tí heita vit á lond sum Norra, Brasil, Meksiko, Kanada og USA um at økja sína framleiðslu, sigur varastjórin í IEA, Paul Simons.
Stórt tilfeingi
Fjórða ella fimtahvørt ár viðger altjóða orkustovnurin IEA orkupolitikkin hjá limalondunum.
Í nýggjastu eftirmetingini av norska orkupolitikkinum vísir orkustovnurin á, at Norra er eitt stórveldi í orkuhøpi og ein rættiliga stórur útflytari av olju og gassi, men eisini týdningarmikil sum útflytari av reinari vatnorku.
Í frágreiðingini vísir IEA á, at stórt orkutilfeingi framvegis er eftir í norsku undirgrundini. Bert ein triðingur av gassinum og helmingurin av ávístu oljunøgdini eru tikin upp. Hóast heimurin sum heild noyðist at avmarka CO2-útlát síni munandi, er framvegis tørvur á meiri olju og gassi.
Og her hevur Norra ein týdningarmiklan leiklut, stendur í frágreiðingini.
Nýggj øki
IEA vísir eisini á, at tilfeingið í Norðsjónum ikki verður nógmikið í framtíðini, og at oljuídnaðurin eigur at fáa atgongd til nýggj øki.
– Hetta er ein týdningarmikil boðskapur í norska orðaskiftinum um oljuútvinning í norði og í Barentshavinum. Stjórnin er til reiðar at tilluta nýggj øki í Barentshavinum til olju- og gassfeløgini, sigur Terje Søviknes, olju- og orkumálaráðharri.
– Lata eyguni aftur
Greenpeace heldur, at IEA letur eyguni aftur fyri, at vit standa mitt í eini orkukollvelting við varandi orkukeldum og heldur, at metingin hjá orkustovninum av framtíðar brúki av fossilari orku, er skeiv.
– Rætt og slætt tí at varandi orka bæði er bíligari og burðardyggari, sigur politiski ráðgevin hjá Greenpeace Noreg, Halvard Raavand.
Hann stúrir fyri, at Terje Søviknes olju- og orkumálaráharri og partar av politiska Norra lesur frágreiðingina hjá IEA sum hin grábeinti lesur Bíbliuna.
– Heiminum tørvar meiri varandi orku, og ikki meira fossila orku, sigur Halvard Raavand.
Kelda: nrk.no