* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Myndin vísir, hvar Abihlash Tomy varð bjargaður.

Illa meiddur kappsiglari bjargaður

Tað hevur eydnast avstralsku bjargingartænastuni (AMSA) at finna og bjarga illa meidda kappsiglaran, Abhilash Tomy, eftir eina samskipaða fleirtjóða leiting.

 

Tað var eitt indiskt hernaðarflogfar av slagnum P-8, sum fekk eygað á seglbátin, SV Thuriya, í vánaligum veðri sunnudagin einar 2.200 fjórðingar vestanfyri Perth. 

 

AMSA fekk franska fiskiskipið, FPV Osiris, sum var á leiðini, at fara til hjálpar, og Tomy er nú bjargaður.

 

Hann var við í kappingini fyri seglbátar, The Golden Globe Yacht Rase, og varð illa meiddur í ryggin, tá 10 metrar langi seglbáturin í ringum veðri holvdist og fór runt 360 stig og misti mastrina fríggjanáttina. Í einum boðum fekk hann sagt frá, at hann fekk ikki rørt seg.

 

Í fyrstu boðunum, sum hann sendi umvegis fylgisvein leygardagin, stóð: “AKTIVERAÐ EPIRB. FÁI IKKI GINGIÐ. HAVI BRÚK FYRI BØRU.”

 

Í einum boðum, hann fær sent seinni, sigur hann millum annað, at hann hvørki fær etið ella drukkið, og hann kennir seg lamdan.

 

Nú er Abhilash Tomy bjargaður.

 

Kelda: The Maritime Executive