* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein amerikanskur íløgubanki hevur lækka kursmálið hjá Mærsk.

Íløgubanki tekur ein fjórðing av kursmálinum hjá Maersk

Amerikanski íløgubankin, Morgan Stanley, lækkaði mikudagin kursmálið fyri partabrævið hjá A.P. Møller-Mærsk við nærum fjórðingi.

 

Kursmálið varð lækkað úr 9.000 krónum niður í 6.827 krónur – ella nærum ein fjórðing. Tað skrivar Bloomberg News sambært Shippingwatch.

 

Ein greinari hjá Morgan Stanley, Penelope Butcher, mælir til,  at partabrævið verður hildið á “equalweight”. Nýggja kursmálið indikerar eisini eitt lítið negativt potensiali uppá 2,8 prosent í mun til kursin mikukvøldið.

 

Morgan Stanley hevur havt eitt nevtralt tilmæli av partabrævinum í Mærsk síðani september í 2018, tá kursurin á partabrævinum var 8.157,55 krónur.

 

Kelda: Shppingwatch/Bloomberg News