* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kreppan í altjóða búskapinum er minni í dag enn í juni, og tað fær IMF at gera eina uppstiging í 2020-forsøgnini, sigur stjórin sambært Shippingwatch.

 

Virkandi stjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF, Kristalina Georgieva, sigur, at teirra høvuðsboðskaður er, at altjóða búskapurin er við at koma burtur úr djúpu kreppuni.

 

“Men allir hesir stóru trupulleikarnir er verri enn so burtur. Eg haldi, at øll lond eru í ferð við at klatra “drúgva vegin” uppeftir, ein trupul klatring, sum kemur at taka tíð, og sum illa ber til at siga nakað um,” sigur hon í eini røðu, sum verður mett at vera byrjanin til ársfundirnar í IMF og Heimsbankanum í næstu viku.

 

Koronufarsóttin hevur lagt ein dempara á búskapin, og IMF metti í juni, at niðurgongdin í heimsbúskapinum fór at vera eini 4,9 prosent.

 

Nú verður roknað við, at IMF týsdagin fer at koma við einari nýggjari meting, sum altso sambært Kristalina Georgieva verður uppstigað eitt sindur. Og orsøkin eru heilt serligu tiltøkini og hjálparpakkarnir, sum mong lond av syrgt fyri.

 

Í alt 12.000 milliardir dollarar eru í umfer sum fíggjarligur stuðul í harðast raktu vinnugreinunum, sambært IMF-stjóranum.

 

Meðan IMF væntar afturgongd í búskapinum í ár, roknar grunnurin við eini framgongd í búskapinum í næsta ár upp á 5,4 prosent.

 

Kelda: Shippingwatch