* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

IMO herðir bardagan móti Ebola

IMO er nú farin uppí altjóða átakið hjá WHO móti spjaðing av vandamiklu Ebola-virusini - undir heitinum Ebola Travel and Transport Task Force. Í hesum sambandi hevur IMO sent út eina røð av vegleiðingum til skipaferðsluna um, hvussu sjúkan skal handfarast.

IMO leggur í útsendum brævi áherðslu á, at persónar, ið eru smittaðir við Ebola - ella hava verið í sambandi við ein persón smittaður við Ebola - ikki mugu fáa atgongd til skip, og at persónar, ið vísa tekin um Ebola smittu, beinanvegin skulu flytast í land og tryggjast viðgerð á sjúkrahúsi.

Ebola Travel and Transport Task Force hjá WHO fór undir virksemi sítt í síðsta mánaða og hevur longu nú fingið undirtøku frá mestsum øllum stórum flutningsfeløgum, herundir the International Chamber of Shipping, the Cruise Lines International Association, the International Civil Aviation Organization, the World Tourism Organization, Airports Council International, International Air Transport Association og the World Travel and Tourism Council.

Hildið verður, at núverandi Ebola útbrotið tók seg upp í Guinea í desember í fjør, hagani tað hevur spjatt seg til Liberia og Sierra Leone. M.a. er Ebola-smitta staðfest í nigerianska Port Harcourt, ið er ein týðandi havn hjá oljuídnaðinum.

Mett verður, at útbrotið higartil hevur kravt umleið 2.000 mannalív.

Kelda: Marine Link