* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

IMO hevur gjørt vegleiðing fyri manningarskifti

Vegleiðing í 12 brotum skal hjálpa myndugleikum og aktørum í vinnuni at avgreiða manningarskifti á skipum. Vegleiðingin er gjørd í samstarvi við eina røð av altjóða felagsskapum, teirra millum altjóða reiðarafelagnum, ICS.

 

Tað hevur verið rættiliga trupult at framt manningarskifti seinastu mánaðirnar orsakað av koronafarsóttini. Túsundtals sjófólk hava tískil verið noydd at vera umborð í nógv longri tíð, enn ætlanin hevur verið.

 

- Fyri heilsuna hjá manningunum og fyri trygdina umborð er tað nú alt umráðandi, at vit fáa framt manningarskifti skjótast tilber. Vit mæla tí myndugleikum og øllum avvarðandi aktørum til at taka hesa vegleiðingina, sum er í 12 brotum, í brúk, soleiðis at sjófólk kunnu sleppa av skipi ella umborð á skip, tey hoyra til, sigur Harald Solberg, forstjóri í norska Reiðarafelagnum.

 

Bara í inniverandi mánað, tað er í mai, skulu umleið 150.000 sjófólk mynstra av og á fyri at liva upp til altjóða sjóvinnusáttmálar. Heilsan hjá sjófólki, trygdin á sjónum og heimsins veitingarketur eru tískil tengdar av, at myndugleikar um allan heim ganga eftir 12-brots vegleiðingini.

 

12-brots vegleiðingin gevur alheims stjórnum rammulóggávuna, sum er neyðug fyri at gjøgnumføra altjóða manningarskifti og tryggja veitingarketurnar á sjónum. Tað er alt avgerandi fyri heimsbúskapin, serliga í krepputíðum.

 

12-brots vegleiðingin er orðað eftir stuttari tíð fyri at gera tað møguligt at seta vegleiðingina í verk sum skjótast.

 

Kelda: Skipsrevyen