* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

IMO setur svávul-forboð á dagsskránna

Eitt uppskot frá m.a. Maersk Line um at banna skipum uttan skrubbarum at hava bunkringarolju við einum svávulinnihaldi upp á meira enn 0,5 pst. umborð, skal nú viðgerast í IMO-høpi í februar. Eitt forboð fer at gera tað lættari at fáa greiði á, um øll halda nýggja alheims svávulkravið, sum kemur í gildi í 2020.

Spurningurin skal viðgerast, tá nevndin fyri fyribyrging av dálking hjá IMO í februar heldur sín 5. fund. Júst møguleikarnir at kunna kekka, um øll nú halda komandi forboðið, verða lættari, um fullkomið bann verður sett ímóti at brúka brennievni við einum hægri svávulinnihaldi enn 0,5 % umborð á skipum, sum ikki hava skrubbarar umborð.

Altjóða bunkringarfelagsskapurin (IBIA) nevndi longu møguleikan á fundinum hjá nevndini í ár, har Norra mælti til at samtykkja uppskotið beinanvegin. Tað hendi tó ikki og Norra fer væntandi at leggja eitt meira útgreinað uppskot fram á næsta fundinum.

Og tað fær undirtøku frá A.P. Møller - Maersk:

“Maersk stuðlar einum alheims forboði ímóti at hava bunkringarolju umborð, sum ikki virðir 0.5% svávulinnihaldið,” segði Simon Bergulf, stjóri fyri Regulatory Affairs í A.P. Møller - Maersk við Maritime Danmark fyrr í hesum mánaðinum.

Eisini Danske Rederier stuðlar einum forboði.

Fæst semja um forboðið í februar næsta ár, kemur tað kortini ikki í gildi fyrrenn 1. mars 2020 - altso tveir mánaðir eftir, at tað er vorðið bannað at brúka olju við sterkum svávulinnihaldi. Hetta kemst av, at ein tilhoyrandi lóg skal tillagast, sigur IBIA.

Kelda: World Maritime News