* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Autonom skip.

IMO slóðar fyri føraraleysum skipum

Sjótrygdarnevndin hjá IMO hevur í hesum døgum fund í London. Á dagsskránni er eitt uppskot frá m.a. Danmark um, at IMO tekur stig til at fáa sett karmar fyri føraraleys skip, so gongd kann fáast á menningina av autonomum skipum. Tað skrivar danska reiðarafelagið, Danske Rederier.

Ítøkiliga verður mælt til, at ein greining verður gjørd av verandi regulering til tess at fáa greiði á, hvat ið krevst fyri at loyva autonomum skipum í altjóða sigling, umframt hvussu IMO fær sett autonomi inn í eina framtíðar regulering.

- Neyðugt er, at vit seta hol á hetta orðaskiftið, so reguleringin ikki fer at leggja fót fyri menningini av nýggjari tøkni. Umráðandi er at byrja við eini kortlegging, ið ásetur, hvørjar reglur kunnu forða fyri, at skipini verða meiri autonom. Og so skulu vit tryggja, at framtíðar regulering tekur hædd fyri tøkniligu menningini, sigur Morten Glamsø, ráðgevari í Danske Rederier, ið er við á fundinum.

Fleiri ár ganga aftrat
Fleiri sløg eru av autonomi innan skipaferðslu, har føraraleys skip eru hægsta stigið. Tað verður tó leingi, áðrenn hetta av álvara verður aktuelt, hóast skipini so líðandi verða meiri autonom, metir Danske Rederier.

- Vit fara at fylgja við gongdini á hesum økinum næstu mongu árini. Stór politisk undirtøku er í Danmark fyri at fremja menningina og at royndarsigla autonom skip í heimasjógvi. Men skulu skipini eisini kunna virka autonomt í altjóða sjógvi, er umráðandi at hyggja at, hvat galdandi lóggáva loyvir, og hvussu hon møguliga kann broytast. Er undirtøka fyri danska uppskotinum, so er hetta bert fyrsta stigið á leiðini, sigur Morten Glamsø.

Av øðrum evnum, sum eru á dagsskránni á fundinum í sjótrygdarnevndini hjá IMO (MSC 98), kann m.a. nevnast cybertrygd, sjórænaravirksemi, lekstabilitetur fyri ferðamannaskip og Polarkotan.

Kelda: Danske Rederier/soefart.dk