Væntandi hvørva 150 boripallar í Norðsjónum hetta til 2026.


Tað skrivar greiningarhúsið Douglas-Westwood sambært BBC.


Orsøkin er lági oljuprísurin.


Sambært Douglas-Westwood fer tað ikki fer at loysa seg fíggjarliga at reka fleiri bretskar brunnar í Norðsjónum.


Bretland verður mett sum triðdýrasta framleiðslulandið næst eftir Kanada og Venezuela, skrivar BBC.


Ein kanning av Norðsjónum, sum Company Watch hevur gjørt, og sum er almannakunngjørd í Financial Times, sigur, at útivið helmingurin av rakstrinum hjá olju- og gassframleiðarunum í Norðsjónum nú gevur undirskot.


Samlaða tapið seinastu 12 mánaðirnar er upp á 6,4 miljardir pund sterling (62,2 miljardir krónur).


Douglas-Westwood metir, at 146 boripallar verða burturbeindir í bretska partinum av Norðsjónum í tíðarskeiðnum 2019 til 2026.


Roknað verður samstundis við, at 80 prosent av boripallunum í norska partinum av Norðsjónum verða burturbeindir millum 2030 og 2040.


Í viðmerkingunum til greiningina verður sagt, at burturbeiningin av mongu boripallunum fer verða ein lønandi marknaður.


"Er ídnaðurin vælfyrireikaður, fer tað at loysa seg væl at luttaka í arbeiðnum," stendur m.a. í frágreiðingini.


Kelda. shippingwatch.dk