* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Seacor Power koppaði hin 13. apríl í ár.

Bjargingarfelagið, Donjon-SMIT, hevur nú lyft allan tann fremsta partin av holvda amerikanska jack-up-farinum, Seacor Power, sum hin 13. apríl fórst í havinum út fyri amerikanska suðurstátin, Louisiana, við 19 fólkum umborð.

 

Parturin var lossaður á ein prám og førdur til Modern American Recycling Services (M.A.R.S.), sum er eitt upphøggingarfelag í Houma, Louisiana.

 

Eingin av manningini, sum framvegis ikki eru komin afturíaftur, varð funnin í hesum fremsta partinum.

 

Seks av manningini vórðu bjargað á lívi, seks eru funnin deyð, og sjey eru ikki komin afturíaftur.

 

Seasor Power fórst, tá tað var statt umleið 7 fjórðingar frá havnini í Fourchon í ódnarveðri hin 13. apríl. Myndugleikarnir kanna framvegis orsøkina til vanlukkuna.

 

Kelda: Maritimedanmark