* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

India bannar eingangsplasti umborð á skipum

Sum tað fyrsta landið í heiminum bannar India nú nýtslu av  eingangsplasti á skipum í indiskum sjóøki. Forboðið fer at fevna um øll skip í og úr indiskum havnum - og skipum, sum sigla gjøgnum indiskt sjóøki. Forboðið kemur í gildi 1. Januar 2020.

 

Bannaðu framleiðslurnar eru millum annað beriposar, bakkar, íløt, kassar, pakkifilmur, mjólkarfløskur, frystiposar, sjampofløskur, fløskur til vatn og aðrar drykkivørur og koppar.

 

Á tann hátt roynir India at minka um stóru plastdálkingina í høvunum. Haraftrat er landið tilreiðar at banna plasttallerkum, koppum og innkeypsposum.

 

Sambært Splash verður roknað við, at Kina verður næsta landið, sum bannar eingangsplasti umborð á skipum.

 

Kelda: Splash/Maritime Danmark