* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Indonesia kúvendir um svávulreglur

Fyri nøkrum vikum síðani boðaði indonesiska samferðslumálaráðið púra óvæntað frá, at indonesisk skip ikki nýtast at halda komandi svávulreglur, tá tey sigla innanlands farleiðir. Men nú kúvendir landið.

 

Nú sigur indonesiska samferðslumálaráðið, at tey fult og heilt vilja liva upp til reglurnar hjá IMO og vendir sostatt runt á einum borðiski í mun til fráboðanina seinast í juli.

 

Sambært fleiri fjølmiðlum verður nú sagt, at skip ikki mugu nýta brennievni við svávulinnihaldi omanfyri 0,5 prosent frá januar 2020.

 

Leiðarin í indonesiska sjóvinnustýrinum sigur, at reglurnar vera galdandi fyri øll skip undir indonesiskum flaggi, bæði í innanlands- og í millumlandasigling.

 

Orsøkin til fráboðanina í juli mánaði var búskaparlig:

 

- Prísurin á brennievni við í mesta lagi 0,5 prosentum av svávulinnihaldi er kostnaðarmiklari og fer at økja rakstrarútreiðslurnar hjá skipum og fer at ávirka kostnaðin av logistikki og vørum, segði eitt umboð fyri indonesisku stjórnina tá við Reuters.

 

- Okkara tjóðskaparligu áhugamál koma altíð í fremstu røð, tá vit taka avgerðir, segði hann.

 

Kanska eru tað júst tjóðskaparlig áhugamál, sum hava fingið stjórnina at hugsa seg um einaferð enn.

 

Kelda: Maritimedanmark/TradeWinds