* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Innanhýsis skipaferðslan í Svøríki dálkar verri enn innanhýsis flogferðslan.

Innanríkis skipaferðslan í Svøríki dálkar meira enn flogferðslan

Nýggir útrokningarhættir vísa, at CO2-útlátið frá innanríkis skipaferðsluni í Svøríki hevur verið nógv undirmett. Nýggi útrokningarhátturin næstan tvífaldar CO2-útlátið frá skipaferðsluni, sum sostatt liggur omanfyri CO2-útlátið frá innanríkis flogferðsluni millum svenskar býir.

 

- Vit síggja umleið tvífalda brennievnisnýtslu frá innanrígis skipaferðsluni sæð í mun til tað, vit fyrr hava hildið, og sostatt eisini tvífalt so nógv útlát, sigur Fredrik Windmark, sum er luftumhvørvis-serfrøðingur á Svensku Veðurstovuni, við SVT.

 

Higartil hava svensku myndugleikarnir mett útlátið frá innanríkis skipaferðsluni eftir mongdini av brennievni, sum reiðaríini hava keypt. Nýggi útrokningarhátturin nýtir í staðin upplýsingar frá gps-arum hjá øllum skipum í svenskum sjógvi, og meta eftir slagnum av skipum, hvussu nógv CO2-útlátið er.

 

Hetta gevur eitt heilt annað úrslit. Sambært kanningarháttinum, sum hava verið nýttir higartil, var útlátið hjá innanríkis skipaferðsluni í Svøríki í 2016 342.000 tons av CO2. Nýggi útrokningarhátturin roknar útlátið at vera 662.000 tons, har 488.000 tons stava frá handilsvinnuni.

 

Til samanberingar hevði innanríkis flúgvingin í Svøríki eitt útlát upp á 554.000 tons í 2016.

 

Hetta merkir, at altjóða krøvini fyri CO2-útláti skerpar krøvini til sviar uppaftur meira enn higartil hildið.

 

Kelda: SVT