* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Innifryst skip leys eftir fimm mánaðum

Trý innifryst skip royna nú at koma sær út úr Pevek har norðuri í Russlandi, eftir at hava ligið føst í havnarbýnum í fimm mánaðir. Ísbrótarin Kapitan Dranitsyn fylgdist fyrst í januar við farmaskipunum Johan Makhmastall og Sinegorsk til Pevek har eysturi í Sibiriska Havinum.

”Kapitan Dranitsyn og farmaskipini flyta nú uppihaldsstað til eitt meiri tryggari stað”, sigur Rosmorport, almenna havnarmenningarfelagið í einum tíðindaskrivi. Felagið sigur tó onki um, hvørt skipini kunnu fara undir heimferðina til Arkhangelsk ella ikki.

Talan gjørdist um ein sera drúgvan vetur í einum av heimsins fjarskotnastu býum. Undir truplum umstøðum komu skipini til Pevek í januar. Broytingar í veður- og ísviðurskiftunum forðaði teimum tó at fara úr havnarbýnum aftur. Ikki fyrrenn síðst í mai fór Kapitan Dranitsyn undir at bróta sær veg út úr havnini.

Seinastu ísdátuni frá russisku arktisku og antarktisrannsóknarstovuni benda á, at farvatnið út fyri Pevek nú er ísfrítt. Tó er framvegis nógvur ísur í írestandi pørtunum av eystara Sibiriska Havinum og Laptevhavinum.

Kelda: The Independent Barents Observer/maritimedanmark.dk