* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Iranski forsetin, Hassan Rouhani, ávarar nú um skipaferðsluna á skipaleiðunum kring Iran.

Iran ávarar um ótrygga siglingarleið

Altjóða skipaferðslan má rokna við minni trygd, um iranski oljuútflutningurin verður avmarkaður til null orsakað av amerikansku revsitiltøkunum.

 

- Um iranski oljuútflutningurin verður minkaður til null, skulu skipini ikki vænta somu trygdina, sum higartil.

 

So beinleiðis er ávaringin frá iranska forsetanum, Hassan Rouhani, sum roynir at senda eitt tekin til Washington og Donald Trump, forseta, skrivar Reuters.

 

Útsøgnin kemur aftaná politiska órógv á skipaleiðunum kring Iran, har stórir partar av alheims oljuútflutninginum verður fermdur ígjøgnum.

 

- Alheims valdsharrar vita, at um oljan verður fullkomiliga steðgað, og oljuútflutningurin hjá Iran verður minkaður niður í onki, verða altjóða siglingarleiðir ikki so tryggar sum fyrr, segði Hassan Rouhani á einum fundi við ovasta iranska leiðaran, Ali Khamenei, ayatollah, skrivar Reuters.

 

Sambært Reuters skal Rouhani hava sagt, at heldur USA fram við at handla óvæntað, kann USA heldur ikki roknað við Iran.

 

Kelda: Shippingwatch