* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Iran hevur lagt halt á irakiskt tangaskip

Iranska Kollveltingarhirðin hevur lagt halt á eitt irakistk tangaskip í Persaflógvanum, og manningin, sum telur sjey, er handtikin. Tað vátta iranskir miðlar.

 

Skipið, sum hald er lagt á, hevur 700.000 litrar av brennievni, sum er “smuglað” umborð í Iran. Tað halda í hvussu er iranskir myndugleikar uppá.

 

Tíðindini frættust sunnumorgunin umvegis almennu tíðindastovuna Fars.

 

- Hetta útlendska skipið hevur fingið brennievni frá øðrum skipum og fermt tað til arabisk lond við Persaflógvan, sigur Ramazan Zirahi, iranskur generalur, við tíðindastovuna.

 

Tíðindastovan Irna skrivar, at talan er um eitt irakistk tangaskip. Manningin skal vera úr ymiskum londum.

 

Seinastu tíðina hevur Iran lagt hald á tvey onnur tangaskip í økinum í og við Persaflógvan. Eitt teirra verður eisini skuldsett fyri at smugla brennievni.

 

Seinastu tíðina hevur herverk verið framt móti skipum í Persaflógvanum. USA skuldsetir Iran fyri at standa aftanfyri herverkini. Í juli mánaða legði Iran hald á eitt bretskt tangaskip, eftir at tað skuldi hava stoytt saman við eitt fiskiskip.

 

Kelda: Sysla/NTB