* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Iran hóttir við at stongja Hormuz-sundið, um USA forðar Iran í at útflyta olju og gass.

Iran hóttir við at stongja týðandi atgongd til Persaraflógvan

Møguleiki er fyri, at atgongdin til Hormuz-sundið, sum er eitt týtningarmikið knútapunkt í alheims oljuhandlinum, verður stongt, um USA forðar fyri iranskum oljuútflutningi. Tað sigur iranski forsetin, Hassan Rouhani.

 

Iran hóttir við at stongja Hormuz-sundið og sostatt oljuútflutningin. Ávaringin kemur frá iranska forsetanum í einari samrøðu við iranska ríkissjónvarpið.

 

- Um USA ger av at forða fyri oljuútflutninginum hjá Iran, fer ongin olja at verða útflutt úr flógvanum, sigur iranski forsetin.

 

Meginparturin av allari olju og gassi úr Miðeystri verður flutt umvegis Hormuz-sundið. Í 2016 fóru 18,5 mió. tunnur av olju gjøgnum hesa farleiðina. Tað var umleið ein triðingur av allari olju í heiminum, sum verður flutt á sjónum.

 

Hóttanin úr Iran kemur eftir avgerðina hjá USA at seta revsitiltøk í verk móti Iran, eftir at USA tók seg úr kjarnorkuavtaluni við Iran.

 

Kelda: Shippingwatch