* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Iran sent boð eftir bretska sendiharranum um risatangaskip

Við hjálp frá bretskum flotahermonnum steðgaði- og legði løgreglan í Gibraltar hald á eitt 330 metrar langt supertangaskip í Gibraltarsundinum.

 

Sambært fyrstaráðharranum í Gibraltar, Fabian Picardo, var orsøkin tann, at skipið MT Grace 1 eftir øllum at døma var fulllastað við iranskari olju á veg móti einum oljureinsiverki í Sýria. Eitt reinsiverk, sum ES sambært fyrstaráðharranum hevur sett ávísar forðingar fyri.

 

Nærri frágreiðing um, hvaðani stjórnin í Gibraltar hevur upplýsingarnar, eru ikki komnar.

 

Eitt sindur ógreitt er, hvør eigur risatangaskipið, men bretski uttanríkisraðharrin, Jeremy Hunt, hevði góðkent atsóknina. Og tað hevur fingið iransku stjórnina at sent boð eftir bretska sendiharranum í Iran. Iranar meta nevniliga, at bretska atsóknin var ólóglig.

 

Sambært yvirlitinum hjá Lloyd siglir Grace 1 undir Panamaflaggi, og líkt er til, at russiska felagið, Russian Titan Shipping, eigur ella rekur skipið undir móðirfelagnum, TNC Gulf, sum er heimahoyrandi í Dubai, men sum eisini hevur samband við Iran. Tað skrivar DR.

 

Kelda: Danmarks Radio