* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Iranskt stríðsflogfar heldur eygað við farmaskipi í Persaraflógvanum.

Iran skilar sær allan rætt til ræðið í Flógvanum

Stjórnin í Teheran sigur, at hon tekur til hermegi, um tað skal til fyri at forða oljuútflutninginum hjá øðrum londum í Persaraflógvanum. Tað ætlar stjórin í Teheran at gera sum hevnd fyri revsitiltøkini hjá USA, ið roynir at forða øðrum at hava  handilssamband við Iran.

 

Umboðsfólk fyri iransku stjórnina siga, at Iran skilar sær rættin til alt ræðið í Flógvanum og Hormuz-sundinum, sum førir inn í Flógvan. Verður Hormuz-sundið stongt, steðgar eisini øll farmasigling í sundinum.

 

“Vit kunnu fult og heilt taka okkum av trygdini í Persaraflógvanum, tørvur er ikki á útlendskum kreftum sum USA og øðrum, ið onki hava at gera í Flógvanum,” verður sagt í Teheran.

 

“Øll flogfeløg og skip, bæði herskip og sivil skip, fara at verða kannaði. Vit eru fysiskt tilstaðar í Flógvanum nátt sum dag,” eru boðini.

 

Mohammad Ali Jafari, general-majorur í kollveltingarherinum, sigur, at fíggindar Irans fáa ikki nógvar møguleikar í einum stríði í Flógvanum.

 

Spenningarnir millum USA og Iran eru í hæddini, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur tikið USA úr kjarnorkuavtaluni við Iran, og samstundis hevur mælt øllum at steðga øllum samhandli við Iran.

 

Ayatollah Ali Kamenei, ovasti leiðarin í Iran, segði herfyri, at sleppur Iran ikki at útflyta olju, so eigur heldur onki annað land at útflyta olju úr Persaraflógvanum.

 

Kelda: gCaptain