* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hetta iranska herskipið við tyrlupalli er eitt umbygt tangaskip.

Tvey iransk herskip, fregattin IRINS Sahand og herskipið IRINS Makran, eru sædd  við munnan til Ermasund við kós móti Skagen. Hildið verður, at skipini eru á veg í Eystrasalt, haðan tey fara til Skt. Pætursborg í Russlandi.

 

Tann 25. juli hevur russiski flotin 325 ár á baki, og í tí sambandi verður ein stór flotaframsýning í Skt. Pætursborg. Hildið verður, at iransku herskipini skulu vera við í hátíðarhaldinum.

 

IRINS Makran er eitt umbygt tangaskip, sum er útgjørt við tyrlupalli, og tað er eisini serútgjørt at arbeiða við dronum, bæði flúgvandi dronum og undirsjóvardronum.

 

Tað skrivar Maritimedanmark.