* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Persaflógvin, Iran og Oman-víkin.

Iranska kollveltingarhirðin steðgar skipi og handtekur manningina

Iran heldur uppá, at eitt skip í Persaflógvanum royndi at smugla 1,3 milliónir litrar av brennievni, skrivar Politiken.

Tíðindini stava upprunaliga frá iranskum fjølmiðlum.

Iranska Irib-tíðindastovan skrivar, at iranskir hermenn hava lagt hald á 1,3 milliónir litrar av smuglarabrennievni.

“Hetta er sætta skipið við smuglarabrennievni, sum flotin hevur lagt hald á,” sigur brigadugeneralurirn, Ali Ozmayi. Hann er talsmaður hjá flotahermegini hjá iransku kollveltingarhirðini.

Hald varð lagt á skipið, sum enn er ónevnt, einar 15 fjórðingar frá oynni, Abu Musa, sum liggur har suðuri í Persaflógvanum.

 

Kelda: Politiken / ritazu / irib-tíðindastovan