* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Iranska tangaskipið, Adrian Darya, sum fyrr æt Grace 1, hevur nú sett kós inn gjøgnum Miðjarðarhavið.

Iranska tangaskipið er nú farið frá Gibraltar

Bretsku myndugleikarnir høvdu lagt hald á skipið grundað á illgruna um, at tað fór at ferma olju til Sýria.

Tað var hósdagin í farnu viku at hægstirættur á Gibraltar gjørdi av, at skipið skuldi latast leyst, eftir at hald varð lagt á tað 4. juli.

Skip og manning hevur síðani verið hildin aftur í bretska økinum við Gibraltar.

ES og nógv onnur lond hava sett revsitiltøk í verk ímóti Sýria orsakað av borgarakrígnum í landinum, og tað var við hesum í huga, at hald varð lagt á skipið.

Manningin á tangaskipinum, ið taldi 29, var ættað úr Rusaslandi, Lettlandi, India og Filipsoyggjum.

Iran og Russland stuðla sýriska forsetan, Bashar al-Assad.

USA royndi í evstu løtu at fáa bretsku myndugleikarnar IKKI at leyslata skipið, men tað eydnaðist ikki, og skipið er nú farið longur inn í Miðjarðarhavi.

Tangaskipið, sum æt Grace 1, hevur fingið nýtt navn og eitur nú Adrian Darya.

 

Kelda: NRK